Kunning um PISA-kanningina 2025
Inngangur
Fyri áttandu ferð verður PISA-kanning í Føroyum. Allir næmingar í 9. flokki luttaka í kanningini, sum verður gjørd í tíðarskeiðinum frá 3. mars til 27. apríl 2025. PISA-kanningin kannar førleikarnar í lesing, støddfrøði og náttúruvísindum, og í 2025 er denturin lagdur á náttúruvísindi. Tað merkir, at flestu uppgávurnar eru í náttúruvísindum, men næmingarnir fáa eisini uppgávur í støddfrøði og lesing. Harumframt eru í 2025 nakrar uppgávur, sum snúgva seg um forritan og telduliga hugsan.
Um PISA-kanningina
PISA er stytting av Programme for International Student Assessment. Kanningin verður gjørd triðja hvørt ár í fleiri enn 90 londum kring allan heimin. Næmingarnir, sum verða kannaðir, eru allir um 15-ára aldur og standa á gáttini til at fara víðari í útbúgvingarskipanini ella á arbeiðsmarknaðin.
Endamálið við PISA-kanningini er at kanna og samanbera fakligu førleikarnar hjá næmingunum at virka í veruliga lívinum, antin í útbúgvingarskipanini ella á arbeiðsmarknaðinum.
Føroysku PISA-úrslitini kunnu geva eina mynd av, hvussu tað stendur til við læring í eini røð av kjarnaøkjum í føroysku skúlaskipanini. PISA er harvið eitt týðandi amboð hjá fakfólkum og politikarum til at menna okkara skúlaskipan.
Fakligi parturin av PISA-kanningini tekur tveir tímar umframt ein stuttan steðg miðskeiðis í royndini. Allir næmingarnir fáa ikki somu spurningar.
Altjóða serfrøðingabólkar menna karmarnar fyri royndina, og lærugreinaserfrøðingar í einstøku londunum kunnu gera uppskot til uppgávur. Uppgávurnar verða gjølla endurskoðaðar við atliti at mentanarligum ymisleikum, og tær verða eisini royndar í undankanningum í øllum londum. Bestu uppgávurnar verða síðan brúktar í sjálvari PISA-kanningini.

Fleiri tættir verða kannaðir
Umframt sjálva PISA-kanningina svara næmingarnir eisini einum spurnablaði um millum annað treysti og sjálvsálit, sum gransking sigur er týdningarmikið fyri læring. Spurt verður m.a. um, hvussu tey fata tað at ganga í skúla, um hjálp og afturboðan frá lærarum, um óljóð og órógv í tímunum, nýtslu av kt-amboðum, kropsliga rørslu og framtíðarætlanir.
Skúlaleiðslurnar svara eisini einum spurnablaði um til dømis vav og slag av undirvísingartilfari og amboðum á skúlanum, fakligu menningina hjá lærarunum og samstarv við foreldrini.
Saman við PISA-úrslitunum geva spurnabløðini vitan um, hvat hevur týdning fyri læring.
| Dagur | Skúli |
|---|---|
| 10.03.2025 | Skúlin á Fløtum |
| 11.03.2025 | Kollafjarðar skúli |
| 11.03.2025 | Skúlin við Løgmannabreyt |
| 17.03.2025 | Skúlin á Giljanesi |
| 17.03.2025 | Sørvágs skúli |
| 18.03.2025 | Runavíkar Kommunuskúli |
| 18.03.2025 | Stranda skúli |
| 19.03.2025 | Hoyvíkar skúli |
| 19.03.2025 | Sankta Frans Skúli |
| 24.03.2025 | Skúlin við Streymin |
| 24.03.2025 | Vestmanna skúli |
| 25.03.2025 | Á Skúlatrøð |
| 26.03.2025 | Eysturskúlin |
| 27.03.2025 | Fuglafjarðar skúli |
| 28.03.2025 | Sandoyar Meginskúli |
| 31.03.2025 | Tofta skúli |
| 02.04.2025 | Skúlin á Argjahamri |
| 03.04.2025 | Tvøroyrar skúli |
| 03.04.2025 | Vágs skúli |
| 04.04.2025 | Hvalbiar skúli |
